Á Kerjalon eru íalt 98 seingjapláss. Har eru allir hentleikar, ið hoyra slíkum heimi til. Hølir, útgerð og innrætting er alt gjørt við tí fyri eyga, at tryggja best møguligar karmar fyri vitjandi á vallararheiminum, bæði tá tað snýr seg um smærri og størri bólkar og einstaklingar í ymiskum aldri. Vallaraheimið er opið alt árið. Kømur : 22 kømur við íalt 98 songjarplássum 2-, 4- og 6-songjarkømur. Á kømrunum eru borð, stólar og skáp. Seingjarlín og handkløð kunnu leigast. Køkur : Møguleiki fyri matgerð. Praktiskt innrættaður køkur beint við stóra matsalin. Køkurin er rúmligur og útgjørdur til at taka ímóti nógvum vitjandi í senn. Har eru kaffimaskinur, el-ketlar, mikroovnar, køliskáp, uppvaskimaskina oa. Køksbúnýti sum grýtur, pottar, pannur, bestikk, borðiskur eru somuleiðis til taks í køkinum. Bað/wc : Brúsurnar eru í hvør sínum rúmi við egnari hurð og bonki. Baðirúmini eru býtt í ávikavist dreingja- og genturúm. Støk wc eru eisini spjødd út á báðar hæddirnar á vallararheiminum. Vaskirúm : Væl ber til at vaska klæðir og annað. Gjalds-vaskimaskinur, vask við heitum vatni, borð, strúkijarn o.a. er í vaskirúminum. | Slag av kamari | Prísur pr. persón | | 2-songs kamar | kr. 205,00 | | 4-songs kamar | Kr. 175,00 | | 6-songs kamar | Kr. 175,00 | | Seingjarlín/handklæði | Kr. 65,00 | |
| |